15/12/2020
Børn og tvístøður
Okkara dagstovnur er partur av einum professionellum námsfrøðiligum netverki (PNN). Eitt PNN er eitt netverk har 3 dagstovnar granskari arbeiða við at finna handlingar til aktuellar avbjóðingar/evnir í dagstovnaarbeiðinum. Netverkið verður leitt av einum starvsfólki, ið hevur tilknýtið til Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetur Føroya.
Vit hava sett okkum fyri at arbeiða við, hvussu vit kunnu blíva betur til at loysa hesa avbjóðing: Hvussu varðveita vit tað námsfrøðiliga sjónarmiðið, tá børn koma í tvístøður og hvussu hjálpa vit teimum at handfara tær?
Handlingar eru koyrdir í tað, vit nevna námsfrøðiligar aðalreglur. Í hesum verður ásett hvussu vit arbeiða við avbjóðingini komandi mánaðirnar. Okkara námsfrøðiligu aðalreglur eru bygdar á hesa gransking:
Børne- og Undervisningsministeriet og Danmarks Evalueringsinstitut (EVA) (2019). Alsidig personlig udvikling. Kann takast niður her: EVA
Danmarks Evalueringsinstitut (EVA) (2018). Børneperspektiver. Kann takast niður her: https://www.eva.dk/dagtilbud-boern/boerneperspektiver-0
Silje Wiken Sandgrind (2020). Studie: Stress bidro til dårligere håndtering av konfliktsituasjoner. Kann takast niður her: https://www.barnehage.no/forskning-folelser-hvl/studie-stress-bidro-til-darligere-handtering-av-konfliktsituasjoner/141461
Meir fæst at vita um PNN á www.pnngransking.com