Mannagongdir

Avtalur

Tað er av stórum týdningi at starvsfólkini við Kráir fáa boð frá foreldrunum um børnini skulu heim við hvørjum øðrum ella onkur annar enn foreldrini avheinta tey. Ring og boða frá, send SMS, t-post ella gev barninum seðil við.

Blæður

Vøggustovubørnini fáa blæður frá stovninum, barnagarðsbørn skulu sjálvi hava blæður við.


Fastir frídagar

Við Kráir hevur stongt hesar dagar: umframt leygar/-sunnu og halgidagar: jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagin, Grundlógardagin aftaná kl. 12.00, Ólavsøkuaftan aftaná kl 12.00, Ólavsøkudag, páskaaftan og hvítusunnuaftan.

Frípláss

Møguligt er at søkja um frípláss. Umsóknarbløð fáast við at venda sær til Sunda kommunu ella á www.sunda.fo

Umsóknarfreistin til fríplass er 31/7 á hvørjum árið og vit skula minna á, at søkjast skal hvørt ár og ikki ber til at søkja afturvirkandi.... 

Frítíðarskúli/Skúli

Mannagongdin viðv. ferðing millum skúlan og Margáir er tann, at starvsfólk frá Margáum fer yvir í skúlan eftir 1. flokki. Annar og triðji flokkur ganga sjálvi frá skúlanum yvir til Margáir um onnur avtala ikki er gjørd.

Foreldraráð

  • Paula Eikhólm formaður
  • Martina í Dali næstformaður
  • Haraldur S. Hansen skrivari
  • Janus í Dali
  • Kim Poulsen
  • Theodor Solbak

 

Foreldrafundir

Minst eina ferð um árið verða foreldrini boðin til fundar. Um tit ynskja eina viðtalu, eru tit vælkomin til at avtala tað við starvsfólkið.

Flaggstong

Vit hava flaggstong og flagga tá ið onkur í húsinum hevur føðingardag.

Føðingardagar

Vinarliga tosi við starvsfólkið á stovuni um, hvussu tit vilja hava, at føðingardagurin hjá tykkara barnið skal haldast her við Kráir.


Við Kráir hevur føðingardag 18. Novembur.

Góðan morgun

Tað er av stórum týdningi at foreldur koma inn við barninum at siga góðan morgun og siga farvæl við starvsfólkini áðrenn fari verður heim. Minnist til at siga farvæl við barn tykkara áðrenn tit fara, skjótt og gott.

Heilivágur

Ikki er loyvt hjá starvsfólkið at geva børnum heilivág, heldur ikki pensilin! Uttan í lívsneyðugum førum og í tí førinum skal læknaváttan fylgja við.

Heimasíðan

Hjá okkum eitur: krair.fo har eru børn og foreldur vælkomin at skriva til okkara og annars fylgja við hvat hendir við Kráir.

Jól

Fyrst í desembur verður eitt blað givið út, sum kallast: Kráarjól. Í blaðnum stendur alt sum kemur at ganga fyri seg við Kráir í Desembur.

Kostnaður

Fyri pláss við Kráir sæst á www.sunda.fo

Klokkan 10.00

Byrja aktivitetirnir við Kráir og er tað umráðandi at børnini eru her til ásettu tíð. Um ikki, so skulu foreldur vænta at vit eru farin frá húsum og sjálvi finna okkum á nýggja staðnum.

Klæðir

Navn skal á øll klæðir. Tvey sett av hóskandi klæðum skulu altíð vera á plássinum.

Kostur

Við Kráir bjóðar morgunmat til kl. 9.00Vit eta matpakka uml kl. 12.00 og millummála um 14.30 – 15.00

Leikur

Børnini kunnu fegin hava leikur við á stovnin, men tað er uppá egnu ábyrgd. Um leikur, sum barnið eigur, brotna ella hvørva, hevur stovnurin onga ábyrgd av hesum.

Næmingar

Vit taka fegin ímóti næmingum frá hægri lærustovnum, bæði frá inn og útland. Eisini taka vit næmingar frá øðrum skúlum so sum fólkaskúlanum.

Ráðleggingardagar

Stongt er tveir ráðleggingardagar um árið.

Ringja

Ikki ber til hjá børnunum at ringja uttan at avtala er gjørd við foreldur.

Runa

Vit við Kráir, ganga øll inn fyri runu. 

Samling

Vit hava samling flestu dagar, vit syngja, dansa og siga søgur, og ofta fríggjadag hittast vit til felags samling í køkinum.

Sjúka

Um barnið er sjúkt og ikki kann fylgja einum gerandisdegi kann tað ikki koma á stovn. Sigi frá um barni er sjúkt.


SÓL SÓL SÓL

Sóldagar smyrja foreldrini børnini inn við sólkrem, áðrenn børnini koma til okkara, vit smyrja tey aftur seinnapartin.


Summarfrítið

Dagstovnurin við Kráir er stongdur hesar  vikur í 2016 : 28 - 29 – 30 – 31 vegna summarfrí.

Sunda Kommuna skipar fyri summarferiuansing. Stovnarnir í kommununi hava opið uppá skift. Kráir eigur summarferiuansingina summarið 2016.

Spæliplássið

Vit ynskja at spæliplássið hjá okkum skal vera stimbrandi, mennandi og ikki minst stuttligt at vera í.

Tilmelding

Ynskja tit barn tykkara inn á dagstovnin við Kráir, vilja vit heita á tykkum um, at gera tað í góðari tíð! Tað er eitt stórt trýst á stovnin í 2016 og ynskja vit at ØLL børn fáa eina góða byrjan.

Tagnaðaskylda

Starvsfólkið við Kráir skrivar undir tagnaðarskylduna við starvsetan, og heldur tagnaðarskyldan ikki uppat við uppsøgn.

Telefon

Við Kráir hevur hesi tlf nr:

Skrivstovan        407230

Liljuperla            297232

Smæruperla        297233

Sóljuperla           737234

Hanna                297235

Við Margáir        297236

Teldupostur       krair@sunda.fo

Trygging

Spyrji tryggingarfelag tykkara hvussu tykkara barn er tryggja meðan tað er á dagstovni.

Úrmelding

Tá barnið verður úrmelda er uppsagnartíðin tveir mánaðir frá 1. í mánaðinum.

Upphangstalvur

Umráðandi er at hyggja á upphangstalvurnar hvønn dag. - leggi til merkis at vit hava fingið ein nýggja stóra upphangstalvu í køkinum, sum vit fara at læra okkum at brúka. 





«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Samband 

Hvalvíksvegur 74, 430 Hvalvík
Telefon nr.: 407230
Liljuperla 297232
Smæruperla 297233
Sóljuperla 297234
Fípuperla 297231
Leiðarin 297235
Margáir 297236
T-postur: krair@sunda.fo