Kvøða til sóknina - ein hjartans tøkk!

                                                                                                                         Við Kráir 20.09.2013
Í dag hava vit skriva søgu!
Mentunarvikan 2013 í Sunda kommunu fekk í dag ein heiðurligan enda í Hvalvík.
Øll børn í aldrinum 0 - 14 ár sum hoyra til skúlan í Hvalvík og til dagst. við Kráir, hava verið við í einari verkætlan, saman í felag í senn, um Kvøðu til sóknina.
Eitt fyrimyndarligt samstarv millum skúla og barnagarð varð í dag víst fram á skúlaloftinum. Øll børnini í skúlanum saman við nøkrum barnagarðsbørnum framførdu sangin sum kór, við duet og solosangi, ein einastandandi uppliving!
Skúlin og barnagarðurin vístu fram listaverk sum børnini hava gjørt, í samband við Mentunarvikuna og lýsingina av sanginum: Kvøða til sóknina.
Eisini var hópur av vitan um sóknina leita fram, tað var serliga tey størstu børnini í skúlanum sum syrgdu fyri tí.
Sangurin lýsir sóknina sum hon er, við øllum tí sum hon ber og kann, við øllum teimum møguleikum sum birtast ígjøgnum fólkið har býr.
Vónandi verður hetta tiltakið til gagns fyri børnini, sum við stoltleika, fara at minnast afturá teirra ríku barnavinarligu sókn, við minninum um Kvøðu til sóknina, Hvalvík/Streymnes.

Hópin av fólkið var samankomi í skúlanum, fyri at hoyra og síggja hesa fantastisku verkætlan!

Til seinast fingu eftirkomarnir hjá Eyðini Hansen, sála sum skrivaði sangin á vetri 1993 eitt gravarprýði, sum eina heilsu frá okkum øllum, við takksemi, at leggja á hansara hvíldarstað.

1000 takk fyri øll somul!

vegna dagstovnin við Kráir
Hanna Thøgersen, leiðari

Hetta var fyrstu ferð lagt út á krair.fo 20.09.2013




«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Samband 

Hvalvíksvegur 74, 430 Hvalvík
Telefon nr.: 407230
Liljuperla 297232
Smæruperla 297233
Sóljuperla 297234
Fípuperla 297231
Leiðarin 297235
Margáir 297236
T-postur: krair@sunda.fo