Vælkomin til ein stuttligan – litríkan og larmandi Barnakarneval, við stevnudámi, í Sundalagnum.

Fríggjadagin 10. juni 2016 kl. 15.00

 

Flaggskrýdda skrúðgongan, við skótunum á odda, fer frá Margáum til Kráir kl. 15.00.

Við í skrúðgonguni verða børn, vaksin, kappróðrarfólk og ítróttarfólk annars.

Á økinum við Kráir verður nógv ymiskt sum børn og vaksin kunna uppliva og hugna sær við.

m.a. Villiniborg, andlitsmáling, tatoveringar, perluveiða og træðraverkstað.

Eisini vera Eb/Streymaleikarar við og møguleiki fyri at sparka bólt saman við teimum.

Ein lítil djóragarður verður við smáum djórum.

Á pallinum:

kl. 15.30 Børn bjóða vælkomin

Aftaná  fara børn at framføra við sangi og tónleiki.

kl. 17.00:          Kom við til Spæliland.

Atgongumerkir á 50 kr. fáast við Kráir og við Margáir.

Við í atgongumerkinum er kaffi/te, vaffla við róma, ein lítil ísur, fronsk hotdog og Team Rynkeby sunkist.

Barnakarnevalurin stuðlar Team Rynkeby.

Skótarnir eru eisini í stevnuhýri. Teir verða á økinum við ymiskum tiltøkum og selja m.a.Candyfloss.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til fagnað og at fagna børnunum.





«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Samband 

Hvalvíksvegur 74, 430 Hvalvík
Telefon nr.: 407230
Liljuperla 297232
Smæruperla 297233
Sóljuperla 297234
Fípuperla 297231
Leiðarin 297235
Margáir 297236
T-postur: krair@sunda.fo