Vælkomin til jólaløtu við Margáir

Vælkomin til jólaløtu við Margáir fríggjadagin 16. december kl. 16.00.

Jólaløtan er fyri børnunum og familjum teirra og vælkomin til at bjóða ommu & abba við!

Vit fara eins og undanfarin ár at pynta við ljósum, stóra vakra jólatrænum og seta pall upp.

Vit fara at hugna okkum, hoyra børn syngja og eisini verður felagssangur.
Rakul Ró kemur, saman við Steintóri Rasmussen, at syngja nakrar jólasangir og annars at leiða felagssangin, eisini meðan vit dansa um jólatræi.

Skráin verður henda:

Kl. 16.00 Smæru og Liljuperlur syngja sangin sum tey sjálvi hava gjørt, Jólatíð
Nulti gongur Luciagongd
Rakul Ró syngur.... eisini saman við børnum.

Kl. 17.15 Vit dansa um jólatræi


Vættrar bjóða børnunum jólapakkar.

Vit bjóða kaffi/te, kakao, gløgg, vafflur og holukøkur.

Vit gleða okkum...

Verið vælkomin!







«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Samband 

Hvalvíksvegur 74, 430 Hvalvík
Telefon nr.: 407230
Liljuperla 297232
Smæruperla 297233
Sóljuperla 297234
Fípuperla 297231
Leiðarin 297235
Margáir 297236
T-postur: krair@sunda.fo