Vælafturkomin allar perlur og vælkomin nýggjar perlur!

Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fólkatali í kommununi er methøgt og vøksturin sæst aftur á barnatalinum á dagstovnunum.

Vit verða 98 børn aftaná summarferiuna og so nógv hava vit ongantíð verið áður.

Hetta merkir at vit, eisini í summarferiuna, hava gjørt nakrar bygnaðarbroytingar.

Serliga eru tað børn og foreldur við Margáir sum koma at merkja broytingina.

Vit hava gjørt avtalu við Skótaliðið Borgin um, at vit fáa høvi til at gera brúk av Skótahúsinum á Hvalvíksvegi.

1000 takk fyri tað!

Skúlabólkurin hjá okkum, saman við starvsfólkum fara dagliga at húsast har. Húsavørðarnir hava gjørt klárt í summarferiuni og foreldur fáa serstakt skriv frá okkum.

Frítíðarskúlin verður eisini umskipaður og fáa foreldrini við Margáir eitt serligt skriv í komandi viku um tær praktisku broytingarnar.

Í starvsfólkahópinum verða hesar broytingar:

Linda og Reidunn fylgja við børnunum oman í Skótahúsið. Tó kemur Linda at hava ávíst tilknýti til Liljuperlu eisini.

Kristvør er byrja í Liljuperlu í dag og Vónbjørt byrjar í Smæruperlu 1. september.

Elspa er farin í farloyvi og Emly byrjar við Margáir mánadagin.





«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Samband 

Hvalvíksvegur 74, 430 Hvalvík
Telefon nr.: 407230
Liljuperla 297232
Smæruperla 297233
Sóljuperla 297234
Fípuperla 297231
Leiðarin 297235
Margáir 297236
T-postur: krair@sunda.fo