Sjúka og heilivágur
Sjúka og heiligvágur
Umráðandi er, at børnini eru frísk og væl fyri, tá tey koma á stovn. Bæði fyri teirra egna besta, men eisini fyri ikki at smitta onnur við umfarssjúkum. Um barnið verður sjúkt á stovninum, so boða vit sjálvandi foreldrum ella avvarðandi frá skjótast gjørligt.
Í serligum førum ber til hjá starvsfólkum at geva barninum heilivág, meðan barnið er á stovn. Vinarligas boða stovuni hjá barninum ella leiðaranum frá, um tørvur er á hesum. Leiðarin tekur støðu til um heiluvágurin kann gevast á stovninum.