Um
Dagstovnurin við Kráir er ein kommunalur stovnur hjá Sunda kommunu, sum læt upp 18 november í 2002. Stovnurin er normeraður til 60 perlur/børn í aldrinum 0 – 10 ár, d.d eru 90 perlur á stovninum. Harav eru 49 perlir í Frítíðarskúla frammi við Margáir. Tað starvast 20 fólk á stovninum.
Stovnurin liggur á tí allar fagrasta staðnum í Hvalvík. Áin tutlar øðrumegin húsið og lambi sigur mæ hinumegin húsini. Stovnurin er tað síðsta húsið á høgru síðu á vegnum til tað heimskendu føroysku náttúruperluna: Saksun.
Stovnurin er ein dagstovnur undir Sunda Kommunu. Sunda Kommuna er ein nýggj kommuna, sum er ein samanløgd kommuna við 1.600 íbúgvum. Bygdirnar í Sunda kommunu eru: Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Haldórsvík, Langasandur, Gjógv, Tjørnuvík, Norðskáli, Oyrarbakki, Oyri.
Høvuðsendamálið hjá Sunda kommunu er at veita ansingartrygd fyri øll børn. Tað eru trýggir nýggir dagstovnar í kommununi. Tað er eitt tætt samstarv millum dagstovnarnar.