Frídagar
Summarfrítíð: Stovnurin er afturlatin fýra vikur um summarið. Tó skiftast stovnarnir í økinum um at hava summaransing. Nærri kunning um hetta fæst við at venda sær til stovuna hjá barninum ella leiðaran á stovninum.
Ráðleggingardagar: Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Tá hevur stovnurin ikki opið. Nærri kunning um hetta fæst við at venda sær til stovuna hjá barninum ella leiðaran á stovninum.
Jólafrítíð: Stovnurin er afturlatin í døgunum millum jól og nýggjár.
Harumframt er stovnurin afturlatin hesar dagar:
Flaggdagin, Dýri Biðidagur, Kr. Himmalsfaradagur, Grundlógardagur frá kl. 12