krair@sunda.fo

+298 297235

Síggj øll tíðindi

starvslýsing

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Kráir

Søkt verður eftir námsfrøðingum at byrja 10. august 2020, ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 30-40 tímar um vikuna.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:
  • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
  • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk.
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
  • at virða tað einstaka barnið.
  • at ferðast nógv í náttúruni.
Vit ynskja at tú:
  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
  • undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.
Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnurin við Kráir
Hvalvíksvegur 74
430 Hvalvík

ella
krair@sunda.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 25. juni 2020.
Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í staðin í tíðaravmarkað starv.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Eldevig Petersen, stovnsleiðara á telefon 297235. Ella á heimasíðuni krair.fo